Fyrrapartin í gjár ávaraði løgreglan móti hálku á landsvegnum oman fyri Velbastað orsaka av, at olja hevði runnið á vegabreytina.
Løgreglan ynskir nú at koma í samband við føraran á bilinum, sum var orsøk til henda umfatandi oljulekan.
- Talan er um umfatandi dálking, og tað er ikki meira enn rímiligt, at bilførarin setir seg í samband við okkum, so vit finna onkran at senda rokningina av uppruddingini til, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.
Les grein frá í gjár: Vegastrekki dálkað av olju
Okkurt bendir á, at bilførarin sjálvur varnaðist lekan. Løgreglan kundi fylgja oljuslóðini eftir landsvegnum. Einastaðni var bilurin koyrdur á vegin og hevði støðgað eina løtu á einum øki við grúsi, og har er heilt nógv olja runnin niður.
Síðan er bilurin farin víðari um Velbastaðháls til Havnar, har oljuslóðin støðgaði, upplýsir løgreglan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald