Innanlands

Løgtingið farið í summarfrí

92 tingfundir hava verið og teir hava vart í 390 tímar

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-04-29 17:41 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tingfundurin í dag var hin seinasti fyri ólavsøku. Hesum boðaði Jógvan á Lakjuni, tingformaður frá í dag.

Síðani á ólavsøku hava 92 fundir verið sum hava vart í 390 tímar.

142 mál eru løgd fram umframt fýra frágreiðingar sambært grein 52 í tingskipanini.

Tvey mál eru ikki komin aftur úr nevnd, men øll hini eru avgreidd frá løgtinginum.

12 skrivligir fyrispurningar eru settir og svaraðir, og 133 munnligir fyrispurningar vóru á skrá á seks fundum, og 25 ófráboðaðir fyrispurningar á fýra fundum.

134 grein 52a spurningar eru settir higartil, og hesir kunnu setast til á jóansøku.

Fíggjar nevndin hevur havt 42 fundir, uttanlandsnevndin 20, vinnunevndin 22, trivnaðarnevndin 23, mentanarnevndin 7, og rættarnevndin 17 fundir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder