Innanlands

Løgtingið farið til arbeiðis

Umrøða av løgmansrøðuni á skránni í dag

Tingfólk reistust fyri at minnast Jógvan Sundstein

Tingfólk reistust fyri at minnast Jógvan Sundstein

2024-08-01 10:08 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Klokkan 10 í dag byrjaði nýggja tingárið. Fyrsti fundur eftir setanarfundin á ólavsøku er settur.

Eftir at Bjørt Samuelsen, tingforkvinna, hevði framborið minningarorð um fyrrverandi løgmann og løgtingsformann, Jógvan Sundstein, sum andaðist 8. juli, 91 ára gamal, fór løgtingið undir aðalorðaskiftið um ólavsøkurøðu løgmans.

Eisini er framløga á skránni í dag umframt val av limum og varalimum til Norðurlandaráðið.

Orðaskiftið kann hoyrast á logting.fo 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder