Nývalda Føroya Løgting er nú veruliga farið til arbeiðis. Í dag byrjaði viðgerðin at fíggjarlógini, sum Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við fíggjarmálum legði fram í farnu viku.
Talan er um eitt framskrivað uppskot til fíggjarlóg. Í hesum liggur, at nýggja landsstýrið ikki hevur havt høvi ella stundir til at leggja sínar egnu politisku ætlanir inn í hetta uppskotið, sum skuldi leggjast fyri tingið áðrenn 1. oktober.
Les eisini: Fíggjarlógaruppskot uttan raðfestingar
Jørgen Niclasen hevur boðað frá, at landsstýrið hevur ætlanir um at koma við umfatandi broytingum til uppskotið áðrenn tað skal til viðgerðar aftur á løgtingið eftir at hava verið umvegis fíggjarnevndina.
Á tingi í dag upplýsti landsstýrismaðurin, at eftir ætlan verður broytingaruppskotið hjá landsstýrið borið til fíggjarnevndina einaferð í november mánaði.
Framskrivaða fíggjarlógaruppskotið kann síggjast her
Av tí talan er um eitt framskrivað uppskot, bendir alt á, at roknað ikki verður við so drúgvari viðgerð á tingi í dag.
Morgindagurin er so ikki tikin við til fíggjarlógarviðgerð sambært ætlaðu fundarskránni hjá løgtinginum.
Løgtingið hittist aftur til fundar í morgin. Tá verður aðalorðaskifti um frágreiðingina hjá Jacob Vestergaard um fyrisiting av sjófeingi.
Fylg orðaskiftinum á løgtingi her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald