Føroya landsstýri hevur júst lagt fýra mál fram í fráboðaða hjálparpakkanum at hjálpa fyritøkum, ið eru raktar av korona-støðuni og arbeiðsfólkum, sum missa arbeiði í hesum sambandi.
19 fólk eru møtt á tingi í dag, men bert 10 inni í tingsalinum í senn. Tá atkvøðast skuldi um frávik av anligum tíðarfreistum og viðgerðarstigum, var ein reikan út úr og inn í tingsalin fyri at øll 19 kundu greiða sína atkvøðu.
Semja var um at geva frávik – øll 19 atkvøddu fyri.
Fylgjast kann við tingviðgerðini her
Tey fýra málini eru hesi:
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir: Broyting í løgtingslóg um dagpening vegna sjúku v.m. (COVID-19, dagpeningur vegna sóttarhald, endurgjald til arbeiðsgevara og víðkaður rættur til sjálvstøðug vinnurekandi)
Helgi Abrahamsen: Broyting í løgtingslóg um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing (ALS-lógin) (Tíðaravmarkað COVID-19 stuðulsskipan
Jørgen Niclasen: Broyting í løgtingslóg um landsins játtanarskipan (Tíðaravmarkað ígildisseting av áseting um játtanarkarmar)
Jørgen Niclasen: Broyting í løgtingslóg um meirvirðisgjald (Meirvirðisgjaldslógin) (Innlatan og gjaldsskái 1. ársfjórðing 2020)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald