Innanlands

Løgtingið kemur saman í morgin

Klokkan 10 í morgin verður tingfundur. Ætlanin er at nýggi hjálparpakkin hjá landsstýrinum skal avgreiðast

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2020-04-03 19:12 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Løgtingsformaðurin hevur kallað tingið til fund klokkan 10 í morgin. Tað stendur á heimasíðuni hjá løgtinginum í kvøld.

Bara framløga er á skránni í fyrsta umfari, men sum skilst er ætlanin at avgreiða hjálparpakkan til vinnuna í morgin. Sostatt skal víkjast frá tíðarfreistum.

Hjálparpakkin veitir fíggjarligan stuðul til fyritøkur sum hava mist helvtina av umsetninginum. Ein stuðul upp til 80.000 krónur um mánaðin.

Les eisini: Hjálparpakki 2 skal styrkja vinnulívið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder