Fyrr í dag boðaði Troels Lund Poulsen frá, at hann fer at skipa minnilutastjórn saman við Liberal Alliance og teimum konservativu.
Les meira: Troels Lund Poulsen vil stjórn við LA og konservativu
Formaðurin í danska vinstraflokkinum hevur samráðingarrættin, og hann fer ikki eftir einari breiðari samgongu - ella samgongu yvir miðjuna.
Hetta undrar Lars Løkke Rasmussen, sum peikaði á Troels Lund Poulsen sum samráðingarleiðara og ynskti eina stjórn yvirum miðjuna.
- Eg haldi, at tað er at undrast á, at "kongelig undersøger" gevur upp, tá hann hevur fýra dagar eftir, í mun til tann samráðingarrættin, vit góvu.
- Eg síggi hetta sum eina royndarballón, sum jú ikki kann flúgva, staðfestir fomaðurin í Moderatunum.
![]()
Lars Løkke Rasmussen fann eisini smílið fram eftir fundin hjá tingbólkunum í Moderatunum (Mynd: Sebastian Elias Uth/Ritzau Scanpix)
Samráðingar millum Venstre, Liberal Alliance og tey konservativu halda fram. Men Lars Løkke Rasmussen og Troels Lund Poulsen skulu eisini á fund.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald