Nú er revsivert at fremja kynsliga avnoyðslu ella at lokka børn og ung við ætlan um at fremja kynslig brotsverk.
Løgtingið hevur einmælt samtykt at broyta revsilógina um kynsliga avnoyðslu og lokking. Hetta inniber, at lokking og kynslig avnoyðsla vera kynslig brotsverk í Føroyum, eins og tey eru í nógvum øðrum londum.
Áðrenn broytingina var mett at revsilógin ikki í nóg stóran mun hevði fylt við talgildu menningini og talgilda veruleikanum. Undanfarna lóggáva gjørdi tað torført hjá ákæruvaldinum at lyfta próvbyrðuna í sambandi við lokking og avnoyðslu, og tí er henda tíðarhóskandi broytingin nú framd.
- Hetta er eitt stórt fet ímóti at verja børn og ung, tá ið tey ferðast á netinum, sigur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, sum fegnast um, at løgtingið einmælt samtykti uppskotið.
Les meir um lokking og avnoyðslu her.
Tíðindaskriv frá Løgmálaráðnum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald