Ein heldur óvanlig fráboðan úr Saksun í gjár. Um hálvgun tíggju tíðina varð boðað frá, at ein lómur varð skotin á Saksunarvatni.
Tað er ikki loyvt at skjóta lóm.
Løgreglan sigur, at tey fingu fatur á einum, sum tey hava illgruna til hevur skotið. Ein høglbyrsa varð funnin í bilinum hjá viðkomandi, og hald er lagt á hana.
(Mynd: Jóhan Jógvansson)
Viðkomandi verður skuldsettur fyri brot á fuglaveiðulógina, og fær helst eina bót.
Viðkomandi, sum er undir illgruna, noktar seg seka.
Júst, hví lómurin skuldi skjótast, og hvat hann skuldi brúkast til, er óvist.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald