Innanlands

Lønarskipanin til landsstýrisfólk og løgmann skal halda fram

Tey burdu tó havt ráðharrabil tøkan. Hetta mælir óheft nevnd til í nýggjum áliti

Jana Joensen, Jórun Gardar og Kári Davidsen saman við løgmanni - sum møguliga fær sonevndan ráðharrabil

Jana Joensen, Jórun Gardar og Kári Davidsen saman við løgmanni - sum møguliga fær sonevndan ráðharrabil

2024-07-30 17:14 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Løgtingslóg nrummar 77 frá 2003 ásetur, at løgmaður hvørt valskeið, skal tilnevna eina nevnd at gera tilmæli um samsýningar og eftirløn til landsstýrisfólk.

Hetta hevur Aksel V. Johannesen gjørt, og nú er nevndin komin við einum áliti. Har verður mælt til, at "lønartalvan hjá tænastumonnum landsins eigur framvegis at nýtast sum grundarlag undir lønarsamsýningini til løgmann og landsstýrisfólk".

Tað stendur í samandráttinum. Har verður gjørt greitt, at lænarlagið verður mett at verða hóskandi og eigur tí fyribils ikki at verða broytt. Harafturat eftirlønarskipanin verður mett at verða greið og skynsom og eigur tí at halda áfram.

Tað hevur verið nógv frammi um løgtingsløni. Løgtingslóg
um samsýning og eftirløn landsstýrismanna v.m., sum seinast broytt við kunngerð nr. 108 frá 15.

Alt nýtist tó ikki at vera heilt eins. Nevndin, sum teldur trý fólk, viðmælir, at løgmaður og landsstýrisfólk skulu hava ráðharrabil tøkan. Til tess krevst ein lógarbroytin.

Eisini verður mælt til, at "øll lønarinntøka skal verða mótroknað í fráfaringarløn, um so er, at fráfaringarløn verður latin fyri eitt tíðarskeið, sum er longri enn 3 mánaðir.

Tað eru Jórun Gardar, Jana Joensen og Kári Davidsen, sum hava sitið í nevndini.

Nevndin hevur dagført upplýsingarnar frá undanfarnu álitunum um skipanirnar í grannalondunum, sum samanborið verður við. 

Alt álitið kann lesast HER

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder