placeholder
Innanlands

Lonely Planet: Føroyar eitt av fremstu ferðamálum í 2021

Fingið Best-in-Travel-virðisløn fyri eitt nú Heimablídni, Hoyma-konsertir og Closed-for-Mainteance

2020-11-17 09:34 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Kendi ferðamiðilin Lonely Planet hevur valt Føroyar sum eitt av fremstu ferðamálum í 2021. Í síni grundgeving sigur dómsnevndin, at Føroyar bjóða autentiskar og ógloymandi upplivingar, ið geva nakað aftur til samfelagið.

‘Best in Travel’-heiðurslønin er latin á hvørjum ári, og dómsnevndin telur fremstu serfrøðingar hjá Lonely Planet innan ferðavinnu. Heiðurslønin inniheldur tríggjar bólkar, og Føroyar hava fingið pláss í ‘Community Connection’ bólkinum.

Í grundgevingini sigur dómsnevndin, at tey eru hugtikin av, hvussu Føroyar áhaldandi velja at halda seg frá hópferðavinnu, og ístaðin raðfesta eina meira autentiska og persónliga ferðavinnu, har ferðafólk fáa høvi at koma tættari uppá føroyingar og føroysku mentanina. Tey vísa millum annað á heimablídni, Hoyma konsertir og ‘Closed for Maintenance’-átakið sum dømi.

Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands, er fegin um viðurkenningina.

- At vit sum ferðamál fáa viðurkenning frá einum av fremstu miðlunum innan ferðavinnu í heiminum er stórt í sjálvum sær, men orsøkirnar til, hví vit fáa hesa viðurkenning, gera okkum serstakliga fegin, sigur Guðrið Højgaard.

- Hetta týðir uppá, at tað, sum vit løgdu út í kortið í okkara menningarætlan fyri ferðavinnuna í 2018, hevur riggað, og er ein staðfesting av, at vit eru á rættari leið.

Meira um Best-in-travel-heiðurslønina hjá Lonely Planet 

Tíðindaskriv frá Visit Faroe Islands

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder