Innanlands

Jobmatch verður 28. desember

Á Jobmatch, sum verður 28. desember í Norðurlandahúsinum, luttaka knapt 60 umboð fyri arbeiðsgevarar úr bæði almenna og privata geiranum. Nú ber til at bíleggja JobPrát

2019-12-13 19:27 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrireikingarnar til Jobmatch 2019 eru farnar í gongd, og er tað longu nú møguligt at bíleggja sær eitt sonevnt JobPrát.

Eitt JobPrát er ein gyltur møguleiki at koma á tal við teir luttakarar, ein heldur vera áhugaverdar.

Knapt 60 luttakarar umboðandi eitt sera breitt úrval av arbeiðsgevarum frá bæði tí privata og almenna geiranum, innan framleiðslu, handverk, tænastu, fyrisiting og nógv annað luttaka á Jobmatch.

Á heimasíðuni www.jobmatch.fo ber til at bíleggja sær eitt JobPrát umframt kunna seg um einstaka luttakaran.

Jobmatch starvstevnan verður leygardagin 28. desember i Norðurlandahúsinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder