Útselt er longu til fyrstu sýningina 8. november av leikverkinum "Hamlet" eftir William Shakespeare, sum "Det Ferösche Compagnie" pallsetur í samstarvi við Norðurlandahúsið í november.
Talan er um fyrstu pallseting av heimskenda leikverkinum í Føroyum, og longu nú er greitt, at eisini føroysku áskoðararnir eru spentir at uppliva leikin um "Hamlet" við føroyskum leikarum og á føroyskum máli. Tað er Hans Tórgarð, sum hevur týtt og tillagað leikritið, soleiðis at tað riggar til leikmál, tó at týðingin framvegis er trúgv mótvegis uppruna skaldliga málburðinum. "Hetta er mest ambitiøsa leikverkið, sum "Det Ferösche Compagnie" er farið undir at fyrireika. Vit eru øll sera spent, og tað, at undirtøkan frá føroysku áskoðarunum tykist vera góð, ger, at vit fara at kýta okkum enn meira, fyri at skapa ein einastandandi leik" sigur leikstjórin Búi Dam, sum er ígongd við at fyrireika annað venjingarumfarið við luttakarunum í juli í Norðurlandahúsinum.
Tvær aðrar sýningar eru settar til sølu 9. og 10. november og enn eru tøk atgongumerkir til hesar sýningarnar.
- Det Ferösche Compagnie
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald