Innanlands

Lótu smáttuna brenna í grund

Sløkkiliðið mátti við tyrlu at sløkkja eldsbruna í smáttu í Glyvurshaga í gjár

(Mynd: Jn.fo)

(Mynd: Jn.fo)

2020-02-25 11:31 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Seinnapartin í gjár varð Tórshavnar sløkkilið sent út til ein eldsbruna úti í Glyvurshaga suður móti Kirkjubønesi.

Tað vóru starvsfólk hjá J&K, sum boðaðu sløkkiliðnum frá, at eldur var í summarhúsunum ella stóru smáttuni, sum liggur í Dalinum sunnan fyri Glyvursnes.

Heini Østerø, sløkkiliðsstjóri, sigur við Portalin, at húsið liggur so mikið avbyrgt, at teir máttu fáa hjálp frá tyrlu fyri at koma út á staði við útgerð at sløkkja við.

Boð vórðu send eftir tyrluni hjá Atlantsflogi, sum flutti nakrar sløkkiliðsmenn suður móti Borðá.

- Vit høvdu fingið at vita, at tað møguliga vóru fólk í smáttuni, men á veg út frættu vit úr Kirkjubø, at maðurin, sum hevði verið har suðuri, var komin til Kirkjubøar aftur, og tí var ikki vandi fyri mannalívi.

Sløkkiliðsleiðarin greiðir frá, at tá teir komu út á staðið, brendi so mikið illa, at ráðiligt ikki var at fara undir at royna at sløkkja eldin.

- Vit lógu tað bara brenna stillisliga, tí har var onki at bjarga. Høvdu vit verið farið undir at sløkkja eldin, so hevði uppruddingararbeiðið bara verðið so mikið størri, staðfestir Heini Østerø.

Einasta, sum sløkkiliðsfólkini gjørdu var at fáa onkra gassfløsku og brennievni burtur frá eldinum, leggur hann afturat.

Av politistøðini verður sagt, at tey enn ikki vita nakað um orsøkina til eldsbrunan, at brandteknikari ikki hevur verið á staðnum, og at málið nú verður kannað. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder