Mentan

Lova mær at vera erligur

Sementvinnarin Marius DC er aktuellur við tveimum nýggjum stakløgum, ið eru tøk á øllum digitalum miðlum í dag

(Mynd: Anita Eldjarn)

(Mynd: Anita Eldjarn)

2023-02-10 09:52 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Marius DC endaði 2022 við at geva út vælumtókta staklagið Slættaratindur á einum av ársins seinastu døgum, og longu nú er Sementvinnarin aktuellur við tveimum nýggjum stakløgum, ið eru tøk á øllum digitalum miðlum í dag. 

Løgini Erligur og Honest eru í roynd og veru sama staklag, tó á tveimum málum. Hetta kenna vit longu frá løgunum Flex og Fleks, ið rapparin gav út í oktober í fjør. 

Samstundis sum Marius DC í fjør veruliga gjørdi vart við seg á føroyskum, so vaks áhugin fyri honum uttanlands. Luttøkur á Iceland Airwaves í Reykjavík og New Skool Rules í Rotterdam, skaptu yvirskriftir og nógva umrøðu. 

Tí er tað eitt tilvitað val, at tey løgini, ið loyva tí verða útgivin bæði á føroyskum og enskum. 

Lagið hoyrist á stroymingartænastum her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder