Mentan

Love Box – nýsirkus úr Fraklandi

”Ein røð av einføldum og absurdum skitsum um lívið í tveysemi – uttan orð”

2022-09-13 13:55 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Leygarkvøldið 17. september kl. 19.30 verður forvitnisligi leikurin “Love Box” framførdur á Føroya Fólkaháskúla. Kvøldið fyri, fríggjadagin 16. september kl. 18 er sýning í SALT og 25. september kl. 16 eru tey í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.

“Love Box” er ein skemtileikur, sum við speisemi myndar gerandishendingar hjá tveimum, sum elska hvønn annan. Við 18 trækubbum, og einum máli, sum sameinir keipur, sirkuskynstur og dans, vísa tey okkum kærleikan á ein skemtiligan hátt.

Hann og Hon droyma um at skapa tað fullkomna samlagið. Á, tann eydna at vera tvey saman.

Tað er bara hetta smáputlið, hetta lítla, sum viðhvørt ger so stóran mun.

Hon dámar bleytar linjur, Hann elskar hvassar vinklar.

Hon dámar tómleika, Hann elskar at fylla teirra lítla univers við kubbum og kassum.

Tey bera eyga við hvørt annað. Tey líkjast. Tey verða drigin hvør at øðrum. Tey verða góð.

Tað er lagnan.

Tey ynskja tað sama: at byggja eitt lív saman.

At byggja tað fyri hvønn annan, við ágrýtni, við góðum vilja.

Sameinast um smakk, vanar, visiónir…

Hvør í sínum lag… sannførd um, at gera tað rætta.

Um bert hin eisini skilti...

Her er onki annað at gera enn at gera sær ómak at finna eina javnvág… og at vera góð.

Atgongumerki eru at fáa á www.atgongumerki.fo

[object Object]

Hann og Hon 

Miriam de Sela og Joël Colas hava verið sirkusartistar í meiri enn 20 ár. Hann er klovnur, Hon er akrobatur og balansuartistur. 

Gjøgnum sína yrkisleið hava tey starvast í ymiskum sirkusbólkum, og framført í leikhúsum, sirkustjøldum og í gøtuleikum. 

Saman hava tey í meiri enn 10 ár framført tvímansleikin “A& O présentent &”. Úr Fraklandi hava tey ferðast við leikinum til lond sum eitt nú Kambodja, Japan, Haiti, Island, Føroyar (í Norðurlandahúsinum og Listaleypinum), Danmark, Tunesia , Jordan, Sýria, Libanon, Sameindu Emiríkunum v.fl. 

Umframt at vera yrkispartnarar, eru tey eisini lívspartnarar. Tey hava livað saman í 23 ár, og eiga tvey børn. Við drúgvum lívs- og arbeiðsroyndum vilja tey deila eitt projekt við okkum, sum endurspeglar tveysemi og felagslívið við øllum sum tað inniber av løgnum, livurposteilitaðum og láturligum gerandismyndum. 

Leikurin er ætlaður vaksnum, men ung, og familjur við børnum frá fimm ára aldri, eru vælkomin. Sýningin er umleið 45 minuttir long.

Framførslan er í Føroyum í sambandi við at Joël Colas og Miriam de Sela halda eitt nýsirkusskeið á Føroya Fólkaháskúla. Yrkisdansarar og leikarar kunnu fara á masterskeið hjá teimum 26. september í Norðurlandahúsinum. 

Tíðindaskriv frá Føroya Fólkaháskúla


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder