Mentan

Lovsongsbólkurin New Praise á Kristfest

Tónleikbólkurin er sprottin úr ungdómsarbeiðinum í Tabor á Toftum

2023-10-06 10:06 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

New Praise er tónleikabólkur, ið er sprottin úr ungdómsarbeiðinum í Tabor á Toftum. Tak ikki feil av teirra unga aldri, tí tey eru hamrandi dugnalig og teirra aðalmál er at prísa Harranum.

Hevur tú verið til okkurt størri ella minni tiltak hjá Heimamissiónini tey seinastu árini, so hevur tú heilt víst hoyrt onkran í New Praise, tí tey hava mannað ella verið við í mest sum øllum lovsongsbólkum til hesi tiltøk, og hevur New Praise eisini framført sum bólkur á fleiri ungdómstiltøkum.

Tónleikastílurin hjá New Praise er pop gospel lovsongur. Tey spæla nýggjar og eldri sangir bæði á føroyskum og enskum.

Kristfest verður í Nesvík 13. apríl 2024.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder