Tá Norrøna legði at Havnini í gjáramorgun steðgaði løgregluni einum av ferðafólkunum, sum hevði nøkur pappír, ið sóu ivasom út.
Sí eisini: Løgreglan heldur útlendingi aftur
Talan er um ein mann úr Algeria, sum varð afturhildin. Tá sá ikki út til, at viðkomandi hevði neyðuga uppihaldsloyvi.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini hevði ikki fingið endaligt yvirlit yvir hetta málið, tá hann tosaði við fjølmiðlarnar í gjáramorgunin, týsdagin 7. januar.
Hetta hevur løgreglan nú, og í morgun kundi vaktleiðarin staðfesta, at maðurin úr Algeria er heilt leysur aftur.
Loyvini vístu seg at vera í lagi - tað var bert okkurt við pappírunum, sum sá heldur løgið út í fyrstu syftu.
Viðkomandi er komin til Føroyar saman við familju, og hann skal eftir ætlan arbeiða her. Og eftir øllum at døma er alt í lagi hesum viðvíkjandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald