Mentan

Ludvík í Lítluvík

Frá fríggjadegnum 26. juli til og við mikudagin 31. juli hevur Ludvík á Brekku listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík. 

Mynd: Ludvík á Brekku

Mynd: Ludvík á Brekku

2019-07-25 16:52 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hesaferð sýnir Ludvík á Brekku 30 oljumálningar og vatnlitsmyndir fram í Smiðjuni í Lítluvík. 

Listarverkini eru av fólkum og landsløgum. 

Motivini fevna víða, og myndirnar eru ein roynd at arbeiða við kontrastum og sterkum litum, sigur listamaðurin Ludvík á Brekku, sum í summar leyk BA-prógv á Listarháskúla Íslands. 

Framsýningin er opin soleiðis: 

Fríggjadagin kl. 16 – 19 

Leygardagin kl. 14 – 18 

Sunnudagin kl. 14 – 18 

Mánadagin kl. 14 – 18 

Týsdagin kl. 14 – 18 

Mikudagin kl. 14 – 18

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder