Innanlands

Lukkar festivalar og barrir, men kristiligu summarlegurnar kunnu halda áfram

Bjarni Kárason Petersen, tinglimur fyri Framsókn, hevur ilt við at skilja samanhangin í hvat landsstýrið setur forboð fyri

Bjarni Kárason Petersen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Bjarni Kárason Petersen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2020-05-30 17:56 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Bjarni Kárason Petersen, tinglimur fyri Framsókn, royndi at halda seg frá knappaborðinum eftir tíðindafundin sum landsstýrið hevði í gjár. “Av reinari frustratión”, sum hann orðar seg.

- Eg haldi altso at mín illgruni stendur við, tá ið Jenis takkar várharra, lukkar festivalarnar og barrirnar, samstundis sum tær kristiligu summarlegurnar kunnu halda áfram, skrivar Bjarni Kárason Petersen, sum til síðst ikki kláraði at halda seg frá knappaborðinum, á Facebook.

- Hóast mann kann skilja grundgevingina um smittuuppsporing til eitt vist, so er landsstýrið ikki samanhangandi, um mann loyvir annað, men forbjóðar hitt, uttan at hava betri grundgevingar. Tað er ikki at siga til, at fólk ikki hava álit á hvat landstýrisfólkini siga, tá ið tað er ein vantandi samanhangur.

Mann steðgar festivalunum, men opnar samfelagið meira fyri útlendingum. Fótbóltur við nærkontakt er loyvdur, men ein Gin og Tonic í einari barr kl. 23 er alt ov vandamikið. Man loyvir átrúnaðarligum virksemi, men forbjóðar alt tað, ið tey víðgongdu kallað ólevnað og siðloysi, skrivar tinglimurin.

Sambært honum hevur landsstýrið ikki megnað at samskift nóg greitt hvør strategiin er.

- Løgmaður hevur inntil víðari havt álit á fólkið, og tað var ein røtt avgerð. Men hann má ansa eftir at fólkið ikki missur álitið á honum, tí so dettur alt á gólv, skrivar Bjarni Kárason Petersen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder