2020-02-26 14:40
Í farnu viku misti Luna smolt fyri fleiri milliónir, tá ein 500 metrar lang slanga millum bilin og aliringin skrædnaði í Vestmanna.
Smoltið, sum fór uttan fyri aliringin, vigaði 700 gramm.
85.000 fiskar skuldu í aliringin, og ógreitt er, hvussu nógvir av teimum, tey hava mist, sigur Atli Gregersen, stjóri í Luna.
– Hvussu nógvar vit hava mist, tað vita vit, ikki, men tað eru ikki fáir, sigur hann í samrøðu við Útvarpið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald