
Í dag eru trý ár síðan, at Russland fór í kríggj í Ukraina. Hetta er sostatt triði veturin, har ukrainar hava skula vant seg við brot á streymveiting og vatnveiting, orsaka av russisku álopini á serliga undirstøðukervið.
Serliga hesi álopini hava verið orsøk til, at nógvir ukrainar hava verið noydd at flýggja heimanífrá – antin til onnur lond ella til onnur øki í landinum.
Fryktað varð fyri vetrinum hesaferð, men takkað verið ein óvanliga lýggjan vetur, og førleikanum hjá Ukraina at at laga seg umstøðunum, hevur veturin hesaferð ikki verið so ringur at koma ígjøgnum, sum teir undanfarnu, skrivar dr.dk.
Tá heystið fór at halla og veturin nærkaðist varð óttast fyri, at ukrainar fóru at frysta og ikki megna at standa ímóti álopunum á orkukervið.
Tí ukrainsku vetrarnir eru harðir at koma ígjøgnum uttan hita og við avmarkaðari streymveiting. Russisk álop á orkukervið hevur verið eitt amboð í krígnum móti Ukraina.
Ukraina hevur vanliga heit summur og kaldar vetrar, eins og vanligt er í londum við meginlandsveðurlagi. Kavi og frost eyðkenna vetrarmánaðirnar, men henda veturin hava tey merkt veðurlagsbroytingarnar í Ukraina.
Í desember mánaði var miðalhitin í Kyiv 0,0 stig, upplýsir ukreinska veðurstovan. Hetta er 1,8 stig hægri enn vanligi vanligi miðalhitin í høvuðsstaðnum. Eisini lá hitin oman fyri frostmarkið hvønn dag ta seinastu vikuna í januar, og hetta er met fyri landið. Hitamet vóru sett bæði 28. og 29. januar. Miðalhitin 29. januar var 7,1 stig, sum svarar til tað, ein vanliga upplivir í apríl mánaði, upplýsir ukrainska veðurstovan.
Hesa vikuna er veðrið nakað kaldari enn vanliga í Ukraina, men fyrstu vikuna í mars verður roknað við lýggjari veðri aftur, nøkur stig hægri enn vanligt er fyri árstíðina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald