Innanlands

Útlendingar royndu at órógva springaradrápið í Hvalvík

Løgreglan handtók tveir mans, sum hava sitið í varðhaldinum í nátt

(Mynd: Eiðis kommuna)

(Mynd: Eiðis kommuna)

2026-05-28 07:52 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tveir útlendingar, evropearar, vórðu handtiknir í gjárkvøldið undir springaradrápinum á oyruni í Hvalvík.

Teir virdu ikki avmarkingarnar, sum sýslumaðurin hevur sett í verk, og vaðaðu út í eini roynd at órógva drápið.

Menninir hava sitið í varðhaldinum í nátt.

- Vit eru í gongd við at snikka eina skuldseting fyri brot á grindalóggávuna saman við ákæruvaldinum. Væntandi verður talan um at teir fáa bøtur, sigur vaktleiðarin hjá løgregluni.

Enn er ógreitt um teir skulu setast fram fyri dómara, tað veldst um hvussu teir fyrihalda seg til sektaruppskotini.

Dronur yvir Sandagerði

Í sambandi við grindadrápið í Sandagerði í Havn í gjárkvøldið, vóru fráboðanir um tvær ella tríggjar dronur, sum sveimaðu uppi yvir drápsøkinum, sum annars varð lýst at vera stongt fyri slíkari flúgving.

Tá politiið fór at kanna málið, sóust ongar dronur, og tíansheldur vóru heldur ongir dronuførarar funnir, upplýsir løgreglan.

Í sambandi við at seðlarnir í Havn koma út, og farið verður undir at skera upp, heitir løgreglan á bilførarar um at vanda sær, tá teir seta bilin frá sær.

- Vanliga uppliva vit, at bilarnir verða parkeraðir sum best ber til, men tað má ikki verða so, at teir forða ferðsluni at koma ígjøgnum, sigur vaktleiðarin. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder