Uttanlands

Lýsi og D-vitamin onga ávirkan á koronasmittu

Ein norsk granskingarætlan ætlaði at vísa á, at lýsi forðaði fyri at gerast sjúk av covid-19 – men so er ikki

(Mynd frá reklamufilmi)

(Mynd frá reklamufilmi)

2022-09-08 12:25 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Livralýsi ella fiskaolja er gott. Tað er tað nógvir føroyingar, sum trúgva upp á. Nú vísir ein norsk kanning, at lýsi onga ávirkan hevur mótvegis koronavirus. Tað skrivar NRK í dag.

Um 35.000 fólk vóru við í norsku kanningini av lýsi. Í fjør vetur fekk helmingurin av fólkunum í kanningini eitt vanligt skamt av lýsi frá granskarunum – hin helmingurin fekk maisolju, eitt sokallað placebo.

Báðar oljurnar høvdu smakk av sitrón, og ongin visti, um tað var fiskaolja ella maisolja, tey fingu. Granskararnir vildu finna útav, um bólkurin, sum fekk lýsi var minni útsettur fyri covid-19.

D-vitaminir

Granskarin og ígerðarlæknin, Arne Søraas, stóð fyri kanningini saman við 14 øðrum granskarum.

- Høvuðsorskin til at kanna árinið av livralýsi er, at fleiri kanningar fyrr hava víst, at D-vitaminir hava eina jaliga ávirkan á órinsverjuna, sigur Søraas við NRK.

Lýsi er fiskaolja við nógvari D-vitamin. Í Noregi eins og í øðrum norðurlondum, hevur verið vanligt at tikið lýsi ta myrku ársins tíð. Um veturin fáa vit ikki nógvar D-vitaminir frá sólarljósinum, og tí taka fólk lýsi sum kostískoyti.

Í medisinskum samanhangi verður slíkt kostískoyti roknað sum eitt lágt skamt av D-vitamin, skrivar NRK.

Men ger tann dagliga súpiskeiðin ella hylkið vil lýsi okkum mótstøðufør móti koronasmittuni?

Norsku granskararnir hava nú givið eitt greitt svar í tíðarritinum British Medical Journal

Ongin ávirkan

Úrslitið av kanningini er greitt; vanliga kostískoytið við lýsi, sum norska fólkið vanliga tekur, hevur als onga ávirkan móti farsóttini. Ískoytið hevur heldur onga ávirkan á aðrar sjúkur í andingarleiðini.

Tað var ongin munur á bólkinum, sum fekk lýsi og bólkinum, sum fekk maisolju.

Kanningin varð gjørd yvir seks mánaðir. Í hesum tíðarskeiðinum gjørdist á leið líka nógv fólk í hvørjum bólki sjúk av  covid 19.

- Úrslitið er óvæntað. Vit høvdu rokna við, at fólk sluppu lættari við einum ískoyti av D-vitaminum, sigur Søraas við NRK.

Fleiri ymsar forkláringar kunna vera til úrslitið av norsku kanningini. Í fyrsta lagið umboðaðu tey 35.000 fólkini ein tvørskurð av norska fólkinum, og norðmenn mangla í útgangsstøði ikki D-vitamin í blóðinum.

Kanningar gjørdar í øðrum londum hava eisini víst, at tað serliga eru fólk, sum hava manglað D-vitamin, sum hava verið í størri vanda fyri at gerast álvarsliga sjúk av covid-19.

Sunt ískoyti kortini

Í norsku kanningini hava luttakararnir fingið smáar skamtir við D-vitaminum. Arne Søraas sigur, at tað er ikki vist at størri skamtir høvdu víst ávirkan á fólk flest. Hann leggur eisini afturat, at tey enn onki kunnu siga um langtíðarávirkanina av lýsi, hetta tí kanningarverkætlanin bert gekk yvir eitt hálvt ár.

- Tí kunnu vit ikki vísa aftur, at lýsi hevur eina ávirkan. Vit vistu heldur ikki hvussu nógv av fólkunum høvdu tikið lýsi yvir longri tíð áðrenn tey komu við í kanningina, sigur granskarin.

Hóast kanningin ikki vísir á nakra ávirkan, so ætlar Arne Søraas tó ikki at gevast við at taka sína dagligu skeið við lýsi. Hann sigur at fiskaolja hevur fleiri aðrar gagnligar ávirkanir á kroppin.

Fitisýran omega 3 kann vera góð fyri hjartað, og lýsi kann eisini forða fyri lágum D-vitaminstøði í blóðinum. Álvarsligt trot á vitamin D økir um vandan fyri at fáa fleiri aðrar sjúkur.

- Kanningin vísir eisini, at lýsi hevur sera fá hjáárin, og er tí eitt trygt kostískoyti at brúka, sigur Søraas við NRK. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder