Franski forsetin, Emmanuel Macron er fyrireikaður uppá eitt langt kríggj millum Ukraina og Russland, men kríggið eigur ikki at verða longt í eini roynd at knúsa Russland, sigur hann.
– Eg haldi ikki, eins og summi fólk, at vit skulu miða eftir einum fullkomnum ósigri hjá Russlandi, og leypa á russar á teirra egnu jørð, segði Macron m.a. um vikuskiftið.
Macron sigur, sambært DR, at hóast hann ikki heldur, at tíðin er búgvin at fara undir dialog við Russland, vísir hann ikki aftur, at endaliga málið eigur at vera friðarsamráðingar.
Í gjár fanst Dmitrij Peskov, talsfólk hjá russisku stjórnini, eisini at Vesturheiminum, sum sambært honum ikki ynskir ein friðarligan enda á krígnum.
Russland hevur áður boðað frá, at teirra boð uppá eina friðarliga loysn inniber, at Ukraina og Vesturheimurin viðurkenna teir ukrainsku landslutirnir, sum Russland hevur hertikið – Donetsk, Kherson, Luhansk og Zaporizjzja – sum russiskt øki. Russland lýsti landslutirnir sum russiskt øki eftir fólkaaktvøðu í fjør. Vesturheimurin hevur tó kolldømt hesar fólkaatkvøðurnar.
Zelenskyj: Tað er tíðarspilla
Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj sigur, at tað er tíðarspilla hjá franska forsetanum at tosa um nakað slag av dialog við Russland.
– Tað hevði verið ein nyttuleys dialog. Macron spillir sína tíð burtur. Eg eri komin til ta niðurstøðu, at vit ikki kunnu broyta russiska hugburðin, sigur ukrainski forsetin.
– Um tey hava tikið avgerð um at avbyrgja seg sjálvi í dreyminum um at endurreisa gamla sovjetsamveldið, kunnu vit ikki gera nakað við tað. Tað er upp til tey at velja ikki at samstarva við altjóða samfelagið, sigur hann.
Zelenskyj vísir eisini aftur, at tað eru revsitiltøkini hjá Vesturheiminum, sum hava avbyrgt Russland. Heldur er tað russiska avgerðin um at byrja kríggið, sum er orsøkin, sigur hann sambært Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald