Mentan

Madonna útsetir konsertferð

Mátti innleggjast eftir at vera rakt av álvarsligari bakteriusmittu

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2023-06-29 08:04 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Amerikanska sangarinnan, Madonna, er rakt av eini álvarsligari bakteriusmittu, sum ger, at hon verður noydd til at útseta heimsumfatandi konsertferðina, sum skuldi byrja miðskeiðis í næsta mánaði.

Tað skrivar manageri hennara, Guy Oseary, á Instagram.

- Leygardagin 24. juni varð Madonna rakt av eini álvarsligari bakteriusmittu, sum førdi til, at hon í fleiri dagar mátti liggja á intensiv-deild á sjúkrahúsinum.

- Hon er batnað nú, men fær framvegis læknaviðgerð. Roknað verður við, at hon fer at koma fyri seg aftur skjótt, skrivar managerin, og leggur afturat:

- Júst nú eru vit noydd til at støðga øllum avtalum, og tað er eisini galdandi fyri konsertferðina, skrivar Guy Oseary og sigur, at broytingarnar í konsertferðini verða kunngjørdar so skjótt, sum avtalurnar eru komnar upp á pláss.

64 ára gamla Madonna var við at fyrireika seg til at fara á drúgva konsertferð, The Celebration Tour, sum skuldi byrja 15. juli í Norðuramerika, fyri síðan at vitja fleiri lond í Evropa í heyst.

Eftir ætlan skuldi hon spæla í Royal Arena í Keypmannahavn í 25. og 26. oktober og í Tele2 Arena í Stockholm 28. oktober. Hesar konsertir verða helst útsettar, skrivar Danmarks Radio. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder