Undir altjóða heitinum ”The Promised Land” verður danska Oscaruppskotið, ”Bastarden”, lýstur sum ein westernfilmur á jútsku heiðini.
Filmurin hjá Nicolaj Arcel byggir á skaldsøguna hjá Idu Jessen, ”Kaptajnen og Ann Barbara”, sum kom út í 2020.
Í filminum fáa vit sonnu stríðssøguna um ikki bara ódyrkaða lendið, men eisini náttúru, kærleika, óndskap, stórar ætlanir og offur í 1750’unum.
Í 1755 er fremsta ynski hjá Fríðriki fimta kongi at menna jútsku heiðina og síðan leggja hana undir seg. Kveiktur av hesum ætlanum fer hin fátæki kapteynurin, Ludvig Kahlen, heiman og út á heiðina at velta og dyrka jørðina.
Byrðan, hann hevur átikið sær, er tó størri og tyngri enn væntað. Lítið fæst at vaksa, og bæði úlvar og ránsmenn gera um seg. Men ringastur er múgvandi góðseigarin, Fredrik de Schinkel, sum vil hava Kahlen riknan burtur.
Men tá Ann Barbara, ið heldur hús hjá Schinkel, rýmir og fer til Kahlen at verða, fær stríðssøgan á heiðini eina nýggja vend.
Høvuðsleikarar í filminum ”Bastarden”, sum eisini var í høvuðskappingini í Venezia, eru Mads Mikkelsen sum Ludvig Kahlen, og Amanda Collin sum Ann Barbara. Simon Bennebjerg er Frederik de Schinkel.
Filmsfelagið vísir Bastarden mikukvøldið 1. november kl. 20 í Havnar Bio.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald