Mentan

Mads Mikkelsen kann yvirtaka leiklutin hjá Johnny Depp

Leikstjórin handan "Fantastic Beasts" filmsrøðina vil hava Mads Mikkelsen at yvirtaka leiklutin sum Grindelwald

Mads Mikkelsen á altjóða filmstevnu í Rom í heyst (Mynd: EPA)

Mads Mikkelsen á altjóða filmstevnu í Rom í heyst (Mynd: EPA)

2020-11-13 15:35 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í farnu viku boðaði Johnny Depp frá, at filmsfelagið Warner Bros. hevði heitt á hann um at fara frá leiklutinum sum gandakallurin Grindelwald í "Fantastic Beasts" filmsrøðini.

Orsøkin var eitt rættarmál móti miðlinum The Sun, sum legði Johnny Depp undir at hava framt harðskap móti fyrrverandi konu hansara.

Les eisini: Warner Bros. vrakar Johnny Depp

Nú filmsfelagið skal finna ein nýggjan sjónleikara at yvirtaka leiklutin hjá Johnny Depp, skriva fleiri miðlar, at talan møguliga verður um danska leikaran Mads Mikkelsen, sum er kendur úr røðum sum "Hannibal", "Star Wars" og "James Bond".

Sambært Deadline er tað leikstjórin David Yates, sum heldur Mads Mikkelsen hóska væl til leiklutin sum Grindelwald.

Johnny Depp hevur spælt Grindelwald í tveimum filmum, umframt at hann hevur tikið eina scenu upp til triðja filmin, sum í løtuni verður tikin upp í Stórabretlandi.

Eftir ætlan verða fimm filmar framleiddir í "Fantastic Beasts" røðini. Triði filmurin verður eftir ætlan frumsýndur í juli 2022. Við í filminum eru kendir leikarir sum Jude Law, Eddie Redmayne, Dan Fogler og Ezra Miller.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder