Innanlands

Maður fluttur á Landssjúkrahúsið av grønlendskum trolara

Trolarin var staddur 230 fj. norður úr Føroyum, og varð bjargingartyrla boðsend at flyta mannin á sjúkrahúsið

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-07-24 11:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjamorgunin varð ein sjómaður fluttur á Landssjúkrahúsið av einum grønlendskum trolara.

Trolarin var staddur 230 fj. norður úr Føroyum, og boð vórðu tí send eftir bjargingartyrluni hjá Atlantsflogi, skrivar Vørn.

Tað var JRCC Grønland, sum boðaði frá, og góðar seks tímar seinni var maðurin komin á Landssjúkrahúsið.

Farna vikuskiftið var bjargingartyrlan eisini eftir einum sjómanni á grønlendskum trolara, sum hevði fingið skaða. Les meira her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder