Innanlands

Maður funnin lívleysur á sjónum

Maðurin varð funnin út fyri Bursatanga í Havn fyrrapartin, og er løgreglan nú í ferð við at kanna málið

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-02-12 13:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrrapartin varð ein maður funnin lívleysur á sjónum út fyri Bursatanga í Havn.

Løgreglan fekk fráboðan um hetta klokkan hálvgum 12 fyrrapartin, og enn fær løgreglan ikki sagt so nógv um málið.

Tey avvarðandi hava fingið boð, og løgreglan er enn í ferð við at kanna umstøðurnar, upplýsir vakthavandi á politistøðini.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder