2020-09-07 08:47
Bretska løgreglan hevur handtikið ein mann, sum er undir illgruna í málinum um kníválopini í Birmingham um vikuskiftið.
Les eisini: Fleiri kníválop í Birmingham
Ein maður varð dripin, og sjey onnur vórðu særd. Sambært lokalu løgregluni vórðu kníválopini framd á fýra ymiskum støðum yvir tveir tímar.
Hildið verður, at samband er millum álopini, men tey tykast tilvildarlig, og verða ikki sett í sambandi við yvirgang ella uppgerð millum harkalið, skrivar Rtzau.
Handtikni maðurin er 27 ára gamal. Hann varð tikin klokkan fýra í nátt. Hann er undir illgruna fyri eitt dráp og sjey drápsroyndir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald