Uttanlands

Maður leyslatin í málinum um drápið á Walter Lübcke

Maðurin, sum var undir illgruna fyri at hava skotið týska politikaran í síðstu viku, er nú leyslatin

Walter Lübcke (Mynd: Ritzau)

Walter Lübcke (Mynd: Ritzau)

2019-06-09 13:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Týska løgreglan hevur nú leyslatið ein mann, ið var undir illgruna fyri at hava skotið týska Walter Lübcke, ið var politikari í týska deilstatinum Hessen, í síðstu viku.

Tað var familjan, ið fann 65 ára gamla Walter Lübcke deyðan í garðinum stutt eftir midnátt 2. juni. Hann varð skotin í høvdið.

Viðkomandi, sum var undir illgruna, varð handtikin náttina til sunnudagin. Síðani varð hann avhoyrdur og leyslatin aftur, upplýsir týska løgreglan, sambært Politiken.

Meira vil løgreglan ikki siga, av tí at tey enn eru í ferð við at kanna málið.

Sambært týska miðlinum Frankfurter Allgemeine Zeitung, er talan um ein ungan mann, ið fyrr hevur havt samband við Lübcke.

Sambært myndugleikunum er motivið enn ógreitt, men tað er møguligt, at motivið kann vera politiskt, sigur løgreglan. Walter Lübcke hevði nevniliga fleiri ferðir fingið deyðshóttanir.

Lübcke var limur í flokkinum hjá Angelu Merker, CDU. Hann var stjórnarforseti í Kassel, sum er eitt øki í Hessen.

Drápið hevur vakt ans á sosialu miðlunum, har fleiri m.a. fegnast um drápið, og hetta hevur fingið týska samveldisforsetan, Frank-Walter Steinmeier at reagera.

- Tað er veruliga ótespiligt at síggja, hvussu summi kunnu gera gjøldur burturúr drápinum á einum manni á sosialu miðlunum, segði hann fyrr í vikuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder