Innanlands

Maður sligin og sparkaður

Sunnumorgunin varð løgreglan boðsend til ein bústað í høvuðsstaðnum – Løgreglan kannar í løtuni eitt harðskapmál

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-05-11 10:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tíðliga sunnumorgunin varð løgreglan boðsend til ein bústað í høvuðsstaðnum í sambandi við húsaófrið.

– Vit komu har klokkan eitt um náttina og fingu tosað við partarnar, sigur vaktleiðarin á politistøðini, sum leggur afturat, at eitt harðskapsmál síðani er komið burturúr hendingini.

Talan er um ein mann, sum er vorðin sligin og sparkaður, og er løgreglan í løtuni í ferð við at kanna málið.

– Vit hava avhoyrt nøkur fólk. Vit vita, hvør brotsmaðurin er, men vit hava ikki avhoyrt hann enn, men vit gera fleiri avhoyringar seinni í dag, verður sagt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder