Amerikanski maðurin, sum í byrjanini av árinum gjørdist víðagitin eftir at hann fekk eitt hjarta frá einum ílegutillagaðum grísi, doyði í gjár.
Tað upplýsir medisinska deildin hjá University of Maryland, sum stóð fyri skurðviðgerðini.
- Tað harmar okkum, at vit mistu mr. Bennett. Hann var ein djarvur sjúklingur, ið stríddist til tað síðsta. Tankar okkara eru hjá familjuni, sigur skurðlæknin, Bartley Griffith, sum stóð fyri umfatandi skurðviðgerðini.
Hjartasjúki David Bennett fekk ísett eitt hjarta frá einum ílegutillagaðum grísi 7. januar, og livdi sostatt við hjartanum í tveir mánaðir.
Hetta var fyrsta ferðin, at tað eydnaðust læknum at gera eina slíka skurðviðgerð.
Les eisini: Maður fingið hjarta frá grísi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald