Í vikuni kom út bókin “Maðurin við arrinum”, sum Jóhan Henriksen í Klaksvík hevur týtt til føroyskt. Tað er viðurkendi norski rithøvundurin Kari Vinje, sum skrivaði bókina. Hon er áður týtt til danskt og týskt - nú er hon eisini komin út á føroyskum.
Jóhan Henriksen hevur leingi starvast sum lærari; seinastu mongu árini í Klaksvík áðrenn hann fyri stuttum fór frá. Hann brúkti ofta hesa bókinina í undirvísingini í kristni:
- Hetta er ein sera fangandi søga, sum samstundis viðger djúpari spurningar. Bæði børn og vaksin kunnu læra av henni, so tí helt eg, at onnur eisini skuldu fáa gleði av henni, sigur Jóhan.
“Maðurin við arrinum” fer fram í Noregi í 1943, tá seinni heimsbardagi leikar á og týskarar hava hersett Noreg. Høvuðspersónarnir eru tveir ungir dreingir.
Les meira her
Innanlands
“Maðurin við arrinum” – spennandi søga við fangandi boðskapi
Jóhan Henriksen úr Klaksvík hevur týtt bók úr norskum. Søgan gongur fyri seg undir 2. Heimsbardaga
Jóhan Henriksen við sínari nýggju bókk (Mynd: trubodin.fo)
2018-12-08 12:30
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald