2026-03-13 18:15
Nógv var í dag gjørt burturúr politisku sendingini "Stjórnin", sum vanliga verður send á FM1 mikudagar seinnapart.
Í sambandi við valini var ein eyka Stjórn í dag klokkan 15, og hon var send úr auditorium í Miðlon, sum er gjørt um til studio í nakrar dagar.
Umframt fasta panelið við Jóannesi Eidesgaard, Tórbjørn Jacobsen og Heðin Zachariasen, vóru Sirið Stenberg, forkvinna í Tjóðveldi og Bárður á Steig Nielsen, formaður í Tjóðveldi, eisini við í sendingini.
Til tíðir var rættiliga heitt kjak.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald