Innanlands

Mæla frá at festivalar verða í summar - vilja steingja skeinki- og dansistøð ávíst klokkuslett

Tilmælini um reinføri og frástøðu halda fram, og útlitini hjá stóru festivalunum og hjá skeinkistøðunum eru munandi versnaði. Ólavsøkan verður helst heilt øðrvísi enn vanligt

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2020-05-29 11:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hóast Føroyar 15. juni lata meira upp fyri  ferðslu inn til landið, so merkir tað ikki, at mælt verður til at stór tiltøk verða í summar, og at skeinkistøð kunnu hava.

Á seinasta tíðindafundi varð gjørt greitt, at tríggar høvuðsavmarkingar vórðu eftir - ein verður tikin burtur mitt í juni, men hinar verða verandi.

Bárður á Steig Nielsen gjørdi greitt, at mælt verður frá, at festivalar verða í juli ella august. Ólavsøkan og summarstevnurnar skulu eisini skipast øðrvísi enn vanligt. Hetta er orsaka av vanda fyri smittuspjaðing og vónleysari smittuuppsporan.

Náttarlívið hevur heldur ikki góð útlit. Løgmaður vísti á, at smittuvandin er ov stórur, og hann avdúkaði, at landsstýrið arbeiðir við at útvega sær heimild at steingja skeinki- og dansistøð eitt ávíst klokkuslett.

Tilmæli hevur seinastu tíðina verið, at stongt veðrur klokkan 22. Seinastu tíðina eru nógv gingin ímóti hesum og hava latið aftur á midnátt. Løgreglan hevur ikki heimild til at steingja tey, men soleiðis verður helst framvegis.

Tilmælini um reinføri og frástøðu halda fram eina tíð afturat, staðfesti løgmaður, hóast eingin smitta er í landinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder