Innanlands

Mæla frá óneyðugari koyring á Gjáarvegnum

Landsverk ávarar eisini um, at jarðrok er í ælunum á Vestmannavegnum, um Sandavágsháls, á Oyggjarvegnum og á Oyndarfjarðarvegnum, og at tað er hált og krapi í støðum um alt landið

Koyrilíkindini eru ikki tey bestu í dag

Koyrilíkindini eru ikki tey bestu í dag

2022-02-08 12:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Kavi, krapi, hálka, vindur - og eisini jarðrok. Hetta setur sín dám kring landi í dag, og tað ávirkar samferðsluna.

Strandferðslan hevur avlýst á fleiri á leiðum sínum, orsakað av ringum veðrið, og Landsverk ávarar á heimasíðu sínari um koyrilíkindi.

Skrivað verður fyrst, at mælt verður frá allari óneyðugari koyring á Gjáarvegnum í løtuni, har tað helst er jarðrok, ið elvir til størst trupulleikar.

Heitt verður á fólk um at koyra varliga kring alt landið, tí tað er hált og krapi í støðum, og so verður serliga ávara um at jarðrok er í ælunum á Vestmannavegnum, um Sandavágsháls, á Oyggjarvegnum og á Oyndarfjarðarvegnum

Sí veðrið her


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder