Innanlands

Illveðrið ávirkar samferðsluna

Flestu bussleiðirnar millum bygda eru avlýstar fyri veður fyribils

2022-02-08 08:22 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nógvar bussleiðir eru avlýstar í dag orsaka av illveðrinum við vindi og kava, sum herjar í dag.

Strandferðslan upplýsir á heimasíðuni, at fleiri av bussleiðunum, fyri ikki at siga tær flestu, eru avlýstar fyribils vegna veður.

Nærri sæst á heimasíðuni ssl.fo

Veðrið rakar eisini siglingina. Ongin sigling er um Skopunarfjørð. Eisini siglingin til Skúvoyar er avlýst í dag.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder