![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
- Hesir dagarnar til komandi mánadag geva okkum tíð til at síggja, um støðan broytist, og hvørji møgulig atlit skulu takast. Vit fáa at síggja hvussu støðan er, tá vit koma fram til vikuskiftið, og um vit møguliga tá mugu gera fleiri átøk
Hetta sigur Kristin Michelsen, borgarstjóri í Tvøroyrar Kommunu, við tvk.fo, í samband við at tilmælt verður, at foreldur at børnum í dagstovninum Mýrifípuni halda børnini heima restina av vikuni.
Tað verður sligið fast, at ongi tekin eru um sjúku á dagstovnaøkinum, men henda áheitanin er einans fyri at fyribyrgja og minka um møguligan smittuvanda, sigur borgarstjórin.
Í gjár mælti borgarstjórin í Tòrshavnar kommunu, Annika Olsen, foreldrum til at at halda børnunum heima restina av vikuni, um til ber. Jóhan Petur Hentze sigur við Kringvarpið, at sera fá børn hava verið á dagstovnunum í Tórshavnar kommunu í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald