Innanlands

Mæla til at koppseta børn hóast korona ikki vandamikið fyri tey

Men fyri at røkka flokkimmuniteti upp á 80 prosent verða tey størru børnini nú eisini tikin við, siga heilsumyndugleikarnir

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-08-05 21:38 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Aldursbólkurin 12-15 ár er ikki í serligum vanda fyri at gerast hættisliga sjúkur av covid-19. Tað sigur covid-19 koppsetingarbólkurin í tíðindaskrivi á heimasíðuni hjá Heilsumálaráðnum í dag.

Kortini er kunngerðin fyri koppseting móti koronu broytt soleiðis, at hon eisini fevnir um hendan aldursbólkin. Orsøkin er at Føroyar skulu røkka nógv umrødda flokkimmunitetinum.

- Tað er eitt sindur serstakt, at vit í hesum førinum viðmæla koppseting av einum aldursbólki, ikki fyri at verja hann sjálvan ímóti hættisligari sjúku, men fyri at verja alt samfelagið. Hinvegin vilja vit sjálvsagt tryggjað okkum, at vit ikki skaða hesi børnini við at koppseta tey, og har vísa royndir aðrastaðni, har tey hava koppsett henda aldursbólkin í eina tíð, at tað hevur gingið væl, og at næstan ongi hjáárin eru, sigur Fróði Joensen, barnalækni á Landssjúkrahúsinum.

- Váðin er sera lítil læknafrøðiliga sæð samanborið við heilsuliga vinningin fyri alt fólkið. Tí hava vit givið okkara viðmæli, sigur barnalæknin.

Matematiskt ber tað bara til at koma upp um 80 prosent koppsett í Føroyum, um børn niður í 12 ára aldur eisini verða tikin við, og Lars Fodgaard Møller, landslækni og formaður í koppsetingarbólkinum, vísir á, at tað harafturat altíð eru nøkur, sum ikki vilja lata seg koppseta.

Tað er farið at ganga heldur striltið við koppsetingini í Føroyum. Tey flestu, sum verða koppsett í hesum døgum verða koppsett fyri aðru ferð. Tí meðan tað seinastu tveir dagarnar eru næstan 1000 fólk, sum eru prikað fyri aðru ferð, hava bara 157 fólk fingið fyrra prikið.

Ikki tí tað ikki er nokk av koppingarevni, men tí føroyingar ikki bíleggja sær tíð til koppseting.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder