Flestu virusígerðir í andaleiðini, herímillum COVID-19, beinkrím og krím, kunnu geva eyðkenni sum ilt í hálsin, vøddapínu, høvuðpínu, turran hosta og fepur.
Fyri vødda- og høvuðpínu kanst tú royna paracetamol (t.d. Panodil ella Pinex). Fyri veika pínu og eyðkennini nevnd omanfyri, verður viðmælt at nýta heilivág við paracetamol heldur enn heilivág av slagnum NSAID (t.d. Ipren og Ibuprofen).
Hevur tú fepur?
Um tú hevur fepur, so verður eisini viðmælt at nýta heilivág við paracetamol heldur enn heilivág av slagnum NSAID. Hevur tú fepur, eigur tú at taka paracetamol við jøvnum millumbili, fyri at sleppa undan ampa tengdur at broytingum í kropshita. Nýt tó heilivágin í so stutt tíðarskeið sum møguligt og í lægst viðmælta skamtinum, ið hevur virkna. Tak ongantíð meira heilivág, enn tað ið er viðmælt. Mongdin av heilivági í einum handkeypstilbúningi er mett til at vera nokk til eina sjúkragongd.
Hevur tú ilt í hálsinum?
Pína í hálsinum kann í flestum førum eisini verða viðgjørd við handkeypsheilivági. Tú kanst royna pínulinnandi súgvitablettir sum t.d. Strepsils ella Zyx. Árinið kann tó væntast at vera áleið tað sama sum vanlig hálsbomm. Heilivágur fyri turran hosta hevur ofta sera avmarkaðan virkna, og verður tí ikki viðmældur.
Drekk ríkiligt av vætu
Tað er týdningarmikið at minnast til at drekka ríkiligt av vætu, serliga um tú hevur høgan fepur.
Upplivir tú andadráttstrupulleikar, ella at eyðkennini gerast verri, eigur tú at ringja til lækna. Eisini um tú er sjúkur í longri tíðarskeið. Tað er av alstórum týdningi, at tú ikki møtir upp hjá læknaviðtaluni, av tí at tú kanst smitta onnur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald