Innanlands

Mælti fólki frá at brúka munnbind: Instagram-vangin varð strikaður

Saszeline Sørensen hevur elvt til kjak í Danmark. Sambært Instagram hevur hon brotið leiðreglurnar um villeiðandi upplýsingar

(Mynd: Alt.dk)

(Mynd: Alt.dk)

2020-09-16 20:42 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Instagram-vangin hjá fyrrverandi donsku sangarinnuni Saszeline Sørensen er stongdur. Hetta orsakað av umstríddum tilfari um koronavirus.

Tað upplýsir hon sjálv á sínum Facebook-vanga, skrivar Danmarks Radio á heimasíðuni.

Camilla Norsted, samskiftisráðgevi fyri Facebook og Instagram í Norðanlondum, váttar hetta, og grundgevingin er brot aftur og aftur á leiðreglurnar um villandi upplýsingar um covid-19, sigur Camilla Norsted við DR.

Saszeline Sørensen hevur seinastu tíðina millum annað eggja sínum fylgjarum um ikki at brúka munnbind í almenna trafikkinum, hóast boð eru komin frá mynduglekunum um hetta.

Hetta hevur ført til, at Instagram hevur strikað uppsløg við “grundgevingini villeiðandi upplýsingar”, og nú er brúkarin hjá fyrrverandi sangarinnuni altso strikaður.

Danmarks Radio skrivar á heimasíðuni, at Instagram hevur ein greiðan politikk um, at innihald, sum kann vera vandamikið, har í millum at økja um vandan, verður tikið av.

Tað er Facebook, sum eigur Instagram, og hetta er ikki fyrstu ferð, at sosiali miðilin tekur tilfar sum lýsir onnur sjónarmið, av aftur.

Í august varð filmurin “Plandemic: Indoctornation” strikaður, og var ikki møguligt hjá brúkarum at senda hann í millum sín á Messenger.

Les eisini: Facebook vil ikki hava teg at síggja film um koronavirus

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder