Innanlands

Facebook vil ikki hava teg at síggja film um koronavirus

Filmur, sum lýsir eitt annað sjónarmið av koronavirusinum enn vit annars síggja í miðlinum, verður útihýstur á sosiala miðlinum

(Plandemicseries.com)

(Plandemicseries.com)

2020-08-20 23:32 Author image
Sverri Egholm
placeholder

“Plandemic: Indoctornation” er heitið á einum 75 minuttir langum filmi, sum er í umferð á netinum.

Sosialir miðlar sum Facebook og Twitter royna at steðga filminum, sum lýsir eitt annað sjónarmið av koronavirusinum enn vit annars síggja í altjóða miðlum.

Filmurin varð leyslivin á netinum ókeypis týsdagin 18. august, og Facebook gjørdi beinanvegin soleiðis, at brúkarar ikki kundu deila ella senda hann millum sín, skrivar The Verge.

Twitter blokerar ikki filmin, men sendir eina ávaring til brúkarar við boðskapinum “møguligt spam ella ótrygt”, skrivar The Verge.

Talan er um aðru útgávu av filminum Plandemic, og fyrsta útgávan kom í mai, men var eisini tikin av sosialum miðlum skjótt. Fleiri milliónir hugdu tá eftir filminum áðrenn, hann var tikin av.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder