Frá 1. mai at rokna, kanst tú leggja leiðina framvið Magn á Ringvegnum í Havn mitt um náttina, fylla tær tangan, fara inn at rinda og keypa tær okkurt leskandi ella okkurt til matna, og so kanska koyra bilin í vask.
Hendan bensinstøðin hjá Magn fer nevniliga sum eina roynd at hava opið alt samdøgrið, upplýsir Áki Vang Poulsen, retail- og marknaðarstjóri í Magn, fyri FM1.
- Tað eru nógv fólk, sum byrja sín dag klokkan fýra um morgunin, ella hava náttarvaktir og so víðari, so har eru nógv fólk, sum eftirspyrja tænasturnar hjá okkum um næturnar, sigur Áki Vang Poulsen.
Hann sigur, at tað verður stórtsæð sama úrval um náttina, sum um dagin. Tað verði seg tvíflísar av ymsum slag, kaffi, bilvask og annað.
Í minsta lagi tvey fólk verða til arbeiðis á Magn um næturnar, upplýsir Áki Vang Poulsen fyri FM1.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald