Innanlands

Magn: Jens Meinhard Rasmussen fer frá sum nevndarformaður

Nú hann er blivin fyribilsstjóri hjá Smyril Line, hevur hann valt at taka seg úr nevndini – Jón Á. Jóhannesson er nýggjur nevndarformaður

Jens Meinhard Rasmussen takkar fyri gott samstarv seinastu 14 árini

Jens Meinhard Rasmussen takkar fyri gott samstarv seinastu 14 árini

2021-04-14 15:03 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Jens Meinhard Rasmussen hevur valt at taka seg úr nevndini hjá Magn, nú hann hevur tikið við sum fyribilsstjóri hjá Smyril Line.

Í nevndina er komin Jón Á. Jóhannesson, og hevur nevndin skipað seg við honum sum nevndarformanni.

– Nú eg taki meg úr nevndini, vil eg takka fyri gott samstarv hesi seinastu 14 árini, við vissu um, at Magn er ein væl rikin fyritøka við trúføstum og dugnaligum starvsfólki, sigur Jens Meinhard Rasmussen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder