2021-01-22 13:10

Farna vikuskifti frættist tíðindi um, at Magn skuldi seljast, men sambært íslendska oljufelagnum, Skeljingur, sum eigur Magn, er talan um følsk tíðindi. Magn er ikki til sølu.
Sagt varð eisini, at sølan av Magn var ein partur av umskipanini hjá Skeljingur, men hetta er heldur ikki rætt, skrivar Dimmalætting, sum endurgevur íslendska Morgunblaðið.
Jón Ásgeir Jóhannesson, nevndarformaður í felagnum, segði tó fyrr í hesum mánaðinum, at søla av P/F Magn var ein møguleiki, men enn er eingin avgerð tikin um hetta.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald