Orkufelagið Magn søkir nú eftir nýggjum forstjóra eftir at forstjórin síðani 2007, Hendrik Egholm, í gjørdi av at gevast.
- Tíðin í Magn hevur verið sera góð, og eg fegnist um menningina í felagnum hesi árini, eg havi verið partur av Magn. Tað er torført at siga farvæl, men eftir skjótt 13 ár meti eg, at løtan er tann rætta at leita nýggjar leiðir, segði Hendrik Egholm í tíðindaskrivi tá.
Sambært starvslýsingini skal stjórin stjórna vælriknu fyritøkuni, og hava hegni og visjónir at flyta felagið enn longur fram á leið, sum tað stendur.
(Savnsmynd)
Umleið 155 fólk starvast hjá Magn svarandi til 91 ársverk. Felagið rekur tilsamans 11 Magn-støðir kring landið. Høvuðsskrivstovan er á Viðarnesi í Havn, og deildarskrivstovur eru í Klaksvík og á Tvøroyri.
Johnni Poulsen røkir fyribils starvið sum forstjóri í Magn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald