Eiðiskvinnan Magna Eliana Mørkøre hevur í dag tikið sæti á løgtingi fyri Javnaðarflokkin. Hon avloysir Jóhannes Joensen, sum er farin í farloyvi.
Hesum boðar Javnaðarflokkurin frá í stuttum skrivi í dag.
Magna er 37 ára gomul, sjúkrarøktarfrøðingur og arbeiðir sum dygdarmennari í VEKS. Magna er eisini virkin í skúlaarbeiði, har hon millum annað er forkvinna í skúlastýrinum í Eiðis skúla og nevndarlimur í Heim og skúli.
Á løgtingsvalinum í 2022 fekk Magna Eliana Mørkøre 157 atkvøður. Hon sat á á tingi í tíggju dagar í fjør, tá Kim Durhuus var í farloyvi.
Jóhannes Joensen verður í farloyvi í eina viku.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald