Mentan

Magni Christiansen á Summar Festival

Countrysangarin hevur útgávukonsert á landsins størsta tónleikatiltaki

2023-05-19 08:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hátakuelli Magni Christiansen fer at spæla á Summar Festivalinum í ár, og hetta verður eisini útgávukonsert, skriva fyriskiparar av festivalinum í tíðindaskrivi.

– Magni Christiansen er kendur sum country- og gospelsangari, og hann dugir framúr væl at framføra á palli. Hann hevur gjøgnum árini givið nógvan tónleik út, og hann hevur verið íðin at spæla konsertir kring landið.

– Í sambandi við konsertina á Summar Festivalinum gevur Magni Christiansen út nýggja útgávu – fløgu og vinyl – við 16 klassiskum countrysangum, sum eru innspældir í Írlandi. Fløgan eitur "I'm Just me" og á útgávuni eru nýggjar útsetingar av sangum sum "Detroit City", "Me and Bobby McGee", "Mama Tried", "Footloose" og "Railroad Bum". Útgávan verður tøk beint eftir konsertina í Klaksvík, og tá fáast eisini nýggjar t-troyggjur hjá Magna.

Magni Christiansen hevur væl mannaðan bólk við sær á festivalin: Bernhard Petersen (klaver), Sámal Pauli Højgaard Petersen (trummur), Eivin Christiansen (bass), Jónas Gaard (el-gittar), Filip Zachariasen (el-gittar), Fríði Sigmundson (kassagittar), Jóhanna Sofía Petersen (kór), Jensia Kjærbæk (kór), Ingrid Højgaard Petersen (kór).

Tey fara at spæla klassiskar countrysangir, sum eru á nýggju útgávuni umframt aðrar sangir – eisini onkran eldri gospelsang.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder